140x140

Umhvørvisstovan fingið altjóða limaskap í IC-ENC

28-06-2021 | Kort og adressur

22. juni 2021 gjørdist Umhvørvisstovan limur í altjóða felagsskapinum IC-ENC. IC-ENC tekur sær av at selja talgild sjókort, sokallaði ENC (Electronical Nautical Charts).
Við hesum limaskapi verða øll talgild sjókort hjá Umhvørvisstovuni atkomulig hjá øllum skipum, ið hava ECDIS útgerð, sum er skipan til talgild sjókort. Hesi sjókort vera nú gjørd á Umhvørvisstovuni, og so hvørt rættingar eru, vera tær sendar talgilt til skipini, har sjókortið sjálvvirkandi verður rætta.

 

UM IC-ENC

IC-ENC er ein av tveimum altjóða felagsskapum sum umsita talgild sjókort, soleiðis at hesi eru tøk hjá brúkarum. Virksemið er “non profit” sum merkir, at limirnir bert gjalda eitt rakstrargjald, ið verður kravt inn av søluni. Føroyar eru IC-ENC limur nr. 46  www.ic-enc.org

« Aftur