140x140

Lundin í Mykinesi eigur at fáa frið um summarið

21-06-2021 | Dálking og vernd

Nógva gongdin av ferðafólki gjøgnum lundalandið í Lamba og út í Mykineshólm órógvar lundan. Hetta er ein vaksandi avbjóðing, sum neyðugt er at taka í álvara, serliga nú lundin hevur verið fyri munandi afturgongd. Fuglurin eigur at fáa frið í bútíðini, og eigur eingin ella minst møgulig gongd at vera  gjøgnum lundalandið hesa tíðina. Hetta sigur Yvirfriðingarnevndin, sum nú hevur heitt á Helga Abrahamsen, landsstýrismann í Umhvørvis- og vinnumálum um at seta í verk friðingarkunngerð fyri Lamba og Dalin í Mykinesi. 

Friðingin eigur at hava ásetingar um, hvussu nógv fólk kunnu ganga gjøgnum økið og hvørjar tíðir av samdøgrinum. Harumframt mælir Yvirfriðingarnevndin til at seta í verk eftirlit við ferðsluni gjøgnum økið.
Mykinesfólk hava tikið avgerð um, at í ár verður ongin gongd gjøgnum Lamba, nú Landsverk hevur boðað frá, at nýggj brúgv út í Mykineshólm verður gjørd í summar. Ferðafólk sleppa tí einans út á Rógvu, haðani gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm. 

Ferðavinnu- og umhvørvisstovnar samdir um friðing
Yvirfriðingarnevndin fekk í fjør áheitan frá fýra stovnum og myndugleikum um at fara undir at skipa friðing av økinum, Umhvørvisstovuni, Visit Faroe Islands, Tjóðsavninum og Havstovuni. Yvirfriðingarnevndin er samd, og mælir til at friða økið. Hon metir tað vera neyðugt at seta tiltøk í verk, ið verja lundan í bútíðini. Nevndin leggur dent á, at verndartiltøk skulu byggja á náttúruvísindaliga vitan, samstundis sum atlit verða tikin at áhuganum fyri at vitja økið, og at friðingartiltøk skulu ásetast í samstarvi við eigararnar av jørðini.

Bólkurin handan áheitanina á Yvirfriðingarnevndina hevur heitt á landsstýrismannin um at fylgja áheitanini frá Yvirfriðingarnevndini og lýsa friðingarkunngerð fyri útnevndu økini í Mykinesi so skjótt sum til ber. 

Í februar 2020 løgdu Umhvørvisstovan, Sørvágs Kommuna, Visit Faroe Islands, Tjóðsavnið, Havstovan og Visit Vágar fram tilmæli um náttúruvernd, fuglavernd og ferðavinnu í Mykinesi. Eitt av tilmælunum var at verja lundan betur, og við støði í hesum varð áheitanin til Yvirfriðingarnevndina send. 
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur