140x140

Tað er rætt og ráðiligt at útbyggja vindorku nú

19-04-2021 | Stovnurin

Svar til alment skriv frá Kommunufelagnum 16/4 um útboð av vindorku og til samrøðu í KvF við Eyðun Christiansen, stjóra:

Umhvørvisstovan tók í januar í ár avgerð um at seta nýggjan vindmyllumátt í útboð. Áðrenn endalig avgerð varð tikin um útboð, ráðførdi Umhvørvisstovan seg við SEV. Tað er rætt, at myndugleikin og SEV høvdu ikki somu áskoðan, men grundað á eina heildarmeting avgjørdi Umhvørvisstovan tó at bjóða nýggjan vindorkumátt út. 
Drúgt og gott samstarv hevur verið við SEV um útbygging av vindorku. Umhvørvisstovan og SEV hava regluligar fundir, og aðrar fundir eftir tørvi, har m.a. fíggjarlig viðurskifti, roknskaparligar greiningar, mál um útbyggingar, loyvistreytir, ábyrgdarbýti og elskipanin sum heild eru til umrøðu.
Í stuttum er avgerðin um at bjóða út vindorkumátt grundað á, at tað er neyðugt at økja partin av varandi orku í elframleiðsluni, soleiðis at oljunýtslan minkar og fyri at prísurin á elorku kann lækka.
SEV hevur kært avgerðina um útboð til Vinnukærunevndina og ítøkiliga reist spurningin um heimild. Tað vil tí ikki vera rætt at viðgera uppáhaldið hjá Kommunufelagnum um heimild her.
Til tey teknisku viðurskiftini, útsøgnina hjá Kommunufelagnum um at ein nýggj vindmyllulund á Gellingarkletti fer at seta elskipanina undir trýst og at hetta kann verða til vanda fyri elgóðskuna, kann sigast, at SEV hevur systemábyrgd við ræði á samlaðu skipanini og kann tí til eina og hvørja tíð taka stig til at fyribyrgja vandastøður. SEV hevur í nógv ár fyrireikað seg til at vindorkuparturin skal økjast. Sundsverkið er nýútbygt og gevur tryggleika fyri at elveitingin altíð er virkin. Næsta stig er at byggja út við varandi orku, soleiðis at framleiðslan úr olju kann lækka.
Elorka framleidd úr olju er nógv dýrari enn elorka framleidd úr vindorku. Munurin á framleiðslukostnaðinum er so mikið stórur, at hóast vindframleiðslan krevur, at netið verður útbygd m.a. við battarískipanum, og hetta verður lagt afturat framleiðslukostnaðinum, loysir tað seg framvegis væl at skifta frá olju til vind, metir Umhvørvisstovan.

 

Umhvørvisstovan

 

« Aftur