140x140

Norðurlond seta ferð á náttúruloysnir

13-04-2021 | Dálking og vernd

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett sær fyri, at í 2030 skulu Norðurlond vera burðardyggasta økið í heiminum. Sum liður í hesum arbeiði hevur ráðið sett 26 milliónir av til verkætlanir, sum hava til endamáls at varðveita natúrligar vistskipanir í londunum. Fyrsta verkætlan av fimm er boðin út. 

Í virkisætlanini fyri Visjón 2030 hjá Norðurlendska ráðharraráðnum verður staðfest, at Norðurlond komandi árini fara at samstarva um at gerast burðardyggasta økið í heiminum. Tí hevur ráðið m.a. sett 26 milliónir av til eitt programm við fimm verkætlanum, sum í árunum 2021-2024 skulu lýsa, hvussu vit sum best varðveita natúrligar vistskipanir. Umhvørvisstovan samskipar programmið vegna Norðurlendska ráðharraráðið. 

Fyrsta verkætlanin, sum snýr seg um at fáa grundleggjandi vitan um náttúruloysnir til vega, er nú farin av bakkastokki. Allir vitanarveitarar í Norðurlondum, sum meta seg hava neyðugu resursurnar til at fara undir verkætlanina, kunnu lata tilboð inn umvegis Keypsportalin

Náttúruloysnir – ella tað, sum á enskum verður kallað Nature-Based Solutions – eru ein grundleggjandi liður í arbeiðinum fyri umhvørvi og lívfrøðiligt margfeldi. Talan kann til dømis vera um burðardygga nýtslu av lendi og náttúrutilfeingi, at varðveita vát- og mýrilendi ella at lata upp løkir og áir. Granskarar meta, at náttúruloysnir kunnu geva ein triðing av tí minking í útláti av vakstrarhúsgassi, sum skal til, fyri at tryggja okkum, at jørðin hitnar væl minni enn tvey hitastig, sum ásett í París sáttmálanum. 

Vinningurin av náttúruloysnum er tvíbýttur. Náttúruloysnir eru bæði við til at bøta um veðurlagsbroytingar og til at minka um tap av lívfrøðiligum margfeldi, sum verður mett at vera ein eins stórur trupulleiki, sum hin fyrri. Harafturat er prógvað, at ein væl vard náttúra við ríkum margfeldi hevur jaliga ávirkan á trivnaðin hjá fólki. 

Vit vita, at Norðurlond arbeiða ymiskt, tá tað snýr seg um náttúruloysnir og at fyribyrgja veðurlagsbroytingum sum heild. Men tørvur er á at fáa eitt yvirlit, sum vísir hvørjar verkætlanir fevna um bæði at varðveita, endurbøta og burðardygga nýtslu tvørtur um ymiskar vistskipanir. Eisini er neyðugt at fáa eina skrá, sum lýsir tær ymisku verkætlanirnar og greiningarnar, sum eru gjørdar á økinum. Soleiðis kunnu Norðurlond samanbera og deila vitan og royndir. Hetta er endamálið við fyrstu verkætlanini, sum nú er boðin út. Umhvørvisstovan væntar at fáa tilboð inn upp á verkætlanina komandi vikurnar, soleiðis at sáttmáli kann undirskrivast og farast kann undir arbeiðið í juni mánaði.
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at venda tær til Jónu Ólavsdóttir, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo


Mynd (á forsíðuni): Annie Spratt

« Aftur