140x140

Vindrøkt fær vindorkuloyvi í Hoyvíkshaganum

08-04-2021 | Stovnurin

Felag undir stovnan hjá Vindrøkt fær loyvi at framleiða el við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum.

Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð um at veita felagi undir stovnan v/Vindrøkt loyvi til elframleiðslu úr vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum.

Lýst varð eftir umsøkjarum til elframleiðslu úr vindorku í januar 2021, eftir at Umhvørvisstovan hevði móttikið ”open door”-umsókn frá Sp/f Vindrøkt um loyvi at framleiða el úr vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum.  

Tá freistin at søkja var úti 29. mars 2021, vóru umsóknir frá tveimum umsøkjarum komnar: Felag undir stovnan v/Vindrøkt og felag undir stovnan v/Magn.

Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera innkomnu umsóknirnar og hevur tikið avgerð um at veita loyvi til felag undir stovnan v/Vindrøkt, sum kundi bjóða lægsta prísin á 21,8 oyru/kWt.

« Aftur