140x140

Góðkenning av vindmylluverkætlan á Gellingarkletti

31-03-2021 | Dálking og vernd

Áðrenn loyvi kann vera latið til framleiðslu av ravmagni, skal felagið, eins og ásett í elveitingarlógini, gera eina umhvørvisárinsmeting, sum viðger hvørji árin ætlaða verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi, og skal umhvørvisárinsmetingin vera góðkend av Umhvørvisstovuni. Felagið skal eisini hava umhvørvisgóðkenning til verkætlanina, eins og ásett í umhvørvisverndarlógini.

Umhvørvisstovan hevur tann 30. mars 2021 góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri vindmylluverkætlanina hjá Sp/f Vindrøkt á Gellingarkletti í Hoyvíkshaga. Harafturat hevur felagið í dag fingið umhvørvisgóðkenningin til verkætlanina.

Sp/f Vindrøkt ætlar at seta eitt vindmylluverk upp á Gellingarkletti, í Hoyvíkshaga eystan fyri Oyggjarvegin. Talan er um seks Vestas V-117 vindmyllur upp á 4,2 MW hvør. Hæddin á torninum er 91,5 m, tvørmátið á veingjunum er 117 m. Samlaða hæddin er sostatt 150 m. Vindmyllurnar, sum eru gjørdar til at tola nógvan vind, kunnu framleiða orku, tá ið vindferðin er millum 3 m/s og 32 m/s. Samlaði mátturin er 25,2 MW, og mett verður, at vindmyllurnar fara at framleiða umleið 96 GWh av orku um árið. Tað svarar til elnýtsluna hjá umleið 18.000 - 20.000 húsarhaldum.

Árinsmetingin hjá sp/f Vindrøkt viðger hvørja ávirkan vindmylluverkið kann hava á náttúru og umhvørvi. Hugt verður eftir, hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum, og mett verður, um vindmyllurnar fara at elva til ampa orsakað av óljóði, skuggakasti og endurskini. Gjørd er frágreiðing um lívfrøðiliga margfeldið í økinum, har mett verður um ávirkan á djóra- og plantulív. 

Plantur og skordýr í økinum á Gellingarkletti, eru øll vanlig í Føroyum og ikki hótt. Vindmyllurnar kunnu møguliga hava eina neiliga ávirkan á fugl í økinum, men fuglateljingar við vindmyllurnar í Húsahaga og Neshaga benda á, at fuglasløgini, sum eru á Gellingarkletti, kunnu trívast í øki, har vindmyllur eru. Treytir verða tó settar fyri at minka um árini á fugl og at hava eftirlit við fugli í økinum. 

Óljóð frá vindmyllum stavar í høvuðsheitum frá veingjunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt og skínur ígjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum. 

Mett verður ikki, at skuggakast ella endurskin frá vindmyllunum verður til ampa. Tað verður ikki mett, at ampi verður av óljóði í verandi bústaðarøkjum. Tó vísa útrokningarnar, at óljóðið er oman fyri galdandi markvirði í parti av ávísum økjum, sum eru løgd út til bústaðar- og frítíðarendamál í byggisamtyktini hjá Tórshavnar kommunu. Í umhvørvisgóðkenningini eru treytir settar fyri óljóð á hesum økjum. Hetta er nærri lýst í góðkenningini.

Vindmyllurnar verða sjónligar frá Argjahamri, av Skansanum, frá ovast á Løgmannabreyt og frá Miðlon. Frá Argjahamri og av Skansanum síggjast tó bert partar av veingjunum, ímeðan meira sæst til myllurnar frá ovast á Løgmannabreyt og frá Miðlon.

Í umhvørvisárinsmetingini hevur Umhvørvisstovan sett ávísar treytir til Sp/f Vindrøkt, ið skulu tryggja at árini á náttúru verður minst møguligt, og at fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum.

Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til rakstur, óljóð, skuggakast og annað.

Umhvørvisárinsmetingin sæst her

Góðkenningingarskrivð til umhvørvisárinsmetingina sæst her.

Almenna kunngerðin um góðkenning av umhvørvisárinsmeting sæst her.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her

 

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 28. apríl 2021.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur