140x140

"Tit verða ikki tiknir!"

01-03-2021 | Stovnurin

 

Tilsamans 113 ár hava Óli Johansen og Antines Iversen lagt í arbeiðið at skipa jarðaviðurskiftini í Føroyum. Nú teir báðir góvust í størvum sínum á Umhvørvisstovuni, vóru landsstýrismaður, starvsfelagar og familja savnað at heilsa teimum og takka fyri dygt arbeiði og trúfesti.

Antines byrjaði á Matrikulstovuni í august 1963 og Óli í november 1965. Teir hava sostatt arbeitt á Matriklinum í ein mansaldur; tey fyrstu mongu árini á Matrikulstovuni og síðan 2007 á Umhvørvisstovuni.

Hóast starvsárini nærum eru líka mong, hevur innihaldið í arbeiðinum hjá teimum báðum ikki verið heilt tað sama. Antines Iversen er fyrst og fremst ein praktikari, og tað hann ikki veit um marknamerki og serlig viðurskifti kring oyggjarnar er ikki vert at vita. Sum royndur fjallmaður og bakkamaður hevur Antines altíð gingið fremst, tá farast skuldi óhøgligar leiðir í sambandi við matrikulerar uppgávur. Óli Johansen er kendur sum ein maður, ið veit alt um føroysk jarðarviðurskifti og søguna aftanfyri. Mangan hevur hann verið hollur í ráðum, tá granskarar hava havt tørv á vegleiðing, og hann er nevndur í fororðunum til fleiri enn 10 bøkur. Óli hevur fyri tað mesta tikist við útskiftingar, men hann hevur eisini í mong ár sitið í býarskipanarnevnd landsins, eins og hann hevur verið álitisfólk í eitt áramál.

Øll, sum hava havt møguleika til at arbeitt saman við Óla og Antines, kenna teir sum nærlagdar við eini sera stórari vitan um arbeiðsøkið. Tað var tí við ikki sørt av sorgblídni, at starvsfelagarnir søgdu farvæl seinasta fríggjadag.

Landsstýrismaðurin flutti fram røðu, og tað gjørdu stjóri, fakfelag og starvsfelagar eisini. Deildarleiðarin á Matriklinum, Ronnie Thomassen, setti í endanum á síni røðu orð á kensluna millum tey samankomnu. “Tit verða ongantíð tiknir!”

« Aftur