140x140

Nú fær Bakkafrost føroyskan elbát

MEST fer at byggja ein grønan, elriknan alibát til Bakkafrost. Báturin fer einans at nýta streym, og verður løddur tær tíðirnar á samdøgrinum, tá streymurin frá SEV í mestan mun kemur frá vatni og vindi. Tískil verður báturin rikin so umhvørvisvinarligt sum yvirhøvur til ber. Í dag var sáttmálin um alibátin undirskrivaður.

 

Báturin er eitt nýbrot innan føroyskt skipasmíð, og er vinnandi íkastið til eina kapping um at byggja grønan alibát. Kappingini skipaði Umhvørvisstovan fyri vegna norðurlendska samstarvsráðharran, Kaj Leo Holm Johannesen, tá Føroyar í 2020 vórðu  partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum saman við Danmark og Grønlandi.

Eitt úrslit, av at Føroyar eru við í formansskapinum, er nevniliga, at fígging bleiv tøk til eina serliga formansskapsverkætlan í hvørjum landi. Í Føroyum gongur verkætlanin út uppá at finna mátar at gagnnýta vind- og vatnorku meira effektivt, so fjarskotin øki, sum ikki hava atgongd til stóra streymkervið á evropeiska meginlandinum, kunnu nýta orkuna, tey sjálvi framleiða, so væl og burðardygt sum gjørligt.

 

Grønir bátar hóska til alivinnuna

At smíða ein bát, sum kundi rekast við grønari orku, bleiv eitt av høvuðsøkjunum í føroysku verkætlanini. Alivinnan bleiv biðin at vera við, tí í júst tí vinnuni hóskar ein bátur, sum javnan hevur tørv á at koma til lands at taka orku, væl. Føroyska alivinnan tók væl ímóti og peikaði á Bakkafrost sum teirra umboð.

Bakkafrost, samstarvsráðharrin og Umhvørvisstovan samstarvaðu síðani um at útskriva kapping um at byggja slíkan alibát. Hesa kapping vann MEST. Og nú er greitt, at Bakkafrost, MEST og almennu samstarvspartarnir Umhvørvisstovan og NORA, eru komin ásamt um, hvussu farast skal fram, og hvussu fíggingin skal skipast. Bakkafrost rindar 10,5 mió av samlaða kostnaðinum, og norðurlendska verkætlanin 5 mió.

- Bakkafrost hevur eitt mál um at hava minkað útlát sítt av vakstrarhúsgassum við 50 prosentum í 2030. Vit seta okkum alla tíðina høg umhvørvislig mál, og leita áhaldandi eftir víðskygdum verkætlanum til hetta endamál. Vit vóna, at henda verkætlanin kann seta ferð á grøna skiftið innan flutning í vinnugrein okkara, segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Grøn orka

Alibáturin verður í mesta munin rikin við grønari orku. SEV luttekur í royndarverkætlanini við at menna eina skipan, ið skal tryggja, at alibáturin í so stóran mun sum gjørligt verður løddur við grønari orku. Talan er ofta um grøna orku, sum vindmyllur og vatnorka framleiða um náttina og í vikuskiftinum, og sum annars ikki kann fáast til høldar á netinum. Henda sokallaða yvirskotsorka kann soleiðis koma til sín rætt í alibátinum, sum kann løðast, tá orkan er tøk. 

Í dag, 2. februar,  skrivaðu Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, og Mouritz Mohr, stjóri á MEST, undir sáttmálan. Væntandi verður báturin klárur at sjóseta í desember í ár.

« Aftur