140x140

Annar februar er vátlendisdagur

02-02-2021 | Dálking og vernd

Í Føroyum hava vit enn nøkur støð eftir við mýrilendi. Og tey eiga vit at varðveita.

Vátlendi hava stóran týdning fyri vistskipanir, fyri reint vatn og fyri lívmargfeldið. Nógv fugla-, djóra- og plantusløg liva bert í vátlendi, og drena vit tey, oyða vit sløgini. Hetta er í sjálvum sær ein sera álvarsligur trupulleiki – at náttúrumargfeldið er fyri støðugari afturgongd. Altjóða sáttmálin um margfeldið, CBD, leggur dent á at verja vátlendi, og aðalskrivarin fyri margfeldissáttmálan, Elizabeth Maruma Mrema,  segði í dag, at fyri at verja vátlendini er neyðugt at londini – Føroyar eru eitt – tryggja, at vatnið, sum rennir gjøgnum vátlendi, ikki er dálkað, at serliga vanvarir lendispartar fáa verju, at innræsnar plantur og dýr verða hildin burtur, og at tryggja, at feskvatnið rennir frítt frá fjalli til fjøru, uttan forðingar, í eini náttúrligari skipan.

Ein altjóða avtala afturat er, og hevur verið til munandi longri enn lívmargfeldissáttmálin, um at varðveita vátlendi og sløgini, har liva – Ramsarsáttmálin frá 1971. Í Føroyum eru Skúvoy, Nólsoy og Mikines Ramsar-øki. Fuglabjørg eru nevniliga vorðin partur av Ramsarsáttmálanum seinni í tíðini. Sáttmálin skal tryggja búøkið hjá fuglunum, og at gagnnýtsla ikki minkar um náttúruliga virðið í økinum.

« Aftur