140x140

STARVSFÓLK TIL UMHVØRVISKANNINGAR

Søk áðrenn 15. januar

 

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til at gera umhvørviskanningar innan verkætlanina Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP)

 

Starvið
Tú fert at arbeiða á deildini Vernd, sum arbeiðir við umhvørvis- og náttúruvernd og gransking innan umhvørvi og náttúru.
Verkætlanin snýr seg um  at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum. Arbeiðið fer m.a. at fevna um at taka sýni, viðgera data og at skriva frágreiðingar og greinar, umframt ymiskt fyrifallandi arbeiði.


Førleikar
Tú skalt helst vera MSc í lívfrøði, evnafrøði ella líknandi. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða við teldu, skilir føroyskt og dugir væl at samskifta á norðurlendskum og enskum, er nærlagdur/nærløgd og hevur koyrikort. Harafturat mást tú vera fleksibul til at útinna ymiskar uppgávur.
Góður førleiki innan dataviðgerð og forrit, sum t.d. R, SQL ella GIS, er ein fyrimunur.

« Aftur