Útskiftingarnevndin fyri Líðarhaga í Mykinesi hevur á fundi 2. desembur 2020 viðgjørt innkomnu viðmerkingar til fyribilsuppskoti, sum varð lagt fram á útskiftingarfundi í Mykinesi 12. juni 2019.
Nevndin er samd um at gera eitt nýtt fyribilsuppskot, at leggja fram.
Útskrift úr gerðabók og annað fyribilsuppskot v.m. liggja frammi í hjá Sørvágs kommunu, á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo.
Eigararnir hava møguleika at gera viðmerkingar til uppskotið. Viðmerkingarnar skulu vera útskiftingarnevndini í hendi í seinasta lagi 10. januar 2021.
Viðmerkingarnar skulu sendast Umhvørvisstovuni, boks 2048, 165 Argir, ella við telduposti á us@us.fo og stílast til úskiftingarnevndina fyri Líðarhaga.
« Aftur
Nýtt starv innan staðsetingarfrøði
08-01-2021
STARVSFÓLK TIL UMHVØRVISKANNINGAR
08-01-2021
Útskifting í Líðarhaga í Mykinesi
22-12-2020
Betongblandistøð í Froðba umhvørvis…
21-12-2020
Nýggjársbál
18-12-2020
Rotta fráboðað í Sandoynni
16-12-2020
Kryvjivirkið í Vági umhvørvisgóðken…
11-11-2020
Skjóta røðan um luftdálking vann
09-11-2020
Nýtt starv til dátu/samskiftisfrøði…
06-11-2020
Hjartaliga til lukku, fólksligu frø…
30-10-2020