Tey, ið ætla at skipa fyri nýggjársbáli, mugu biðja um loyvi frá kommununi.
Er tú ein teirra, sum ætlar at skipa fyri einum nýggjársbáli, skal tú venda tær til kommununa og biðja um loyvi.
Stór bál krevja loyvi frá kommununi. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.
Tað er ikki alt, sum kann tveitast á eitt bál. Einans brenni, sum ikki dálkar, kann brúkast, t.d. óviðgjørdur viður, pappír og greinar.
Ikki er loyvt at brenna burturkast.
Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Les vegleiðing um at brenna bál
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
« Aftur
"Tit verða ikki tiknir!"
01-03-2021
Nú fær Bakkafrost føroyskan elbát
02-02-2021
Annar februar er vátlendisdagur
02-02-2021
Lýsing eftir umsøkjarum, elframleið…
28-01-2021
Økisfundur í Sandoynni um at fyriby…
22-01-2021
Útskifting í Líðarhaga í Mykinesi
22-12-2020
Betongblandistøð í Froðba umhvørvis…
21-12-2020
Nýggjársbál
18-12-2020
Rotta fráboðað í Sandoynni
16-12-2020
Kryvjivirkið í Vági umhvørvisgóðken…
11-11-2020