Vísindavøkan 2020 hevði eina snarrøðukapping, har granskarar fingu 150 sekund at røða um sítt evni. Súsanna Poulsen, umhvørvisevnafrøðingur, vann við røðu síni um luftkanningar í Føroyum.
"Er føroysk luft so rein sum ferðafólkini, sum keypa hana í dós, halda?" Súsanna Poulsen røddi út frá hesum spurningi í kappingini um bestu snarrøðu á Vísindavøkuni fríggjadagin 6. november. Hon greiddi skjótt frá um tær tríggjar luftmátingarstøðirnar, sum Umhvørvisstovan savnar dátur frá, og um hvørji dálkingarevni vit halda eyga við. Og kundi tíbetur eisini siga, at mátaðu nøgdirnar ongantíð enn hava nærkast altjóða ásettu markvirðunum fyri hesum evnum. Røðurnar, sum vóru fýra í tali, eru bert 150 sekund langar, og tær kunnu allar hoyrast á stroymingini frá Vísindavøkuni, sum er løgd á Youtube. Kappingin byrjar á 07:34:25, og Súsanna er at hoyra á 07:43:45.
https://www.youtube.com/watch?v=VER6jrm91uQ&t=27869s
« Aftur
Almennar hoyringar um orku- og veðu…
08-03-2021
"Tit verða ikki tiknir!"
01-03-2021
Nú fær Bakkafrost føroyskan elbát
02-02-2021
Annar februar er vátlendisdagur
02-02-2021
Øll hava rottuskyldu
28-01-2021
Lýsing eftir umsøkjarum, elframleið…
28-01-2021
Økisfundur í Sandoynni um at fyriby…
22-01-2021
Útskifting í Líðarhaga í Mykinesi
22-12-2020
Betongblandistøð í Froðba umhvørvis…
21-12-2020
Nýggjársbál
18-12-2020