Mynd: tilgjørd mynd, soleiðis kunnu vindmyllurnar væntast at síggja út í økinum
Ætlanin at seta eina vindmyllulund upp í Flatnahaga, vestan fyri myllurnar í Húsahaga, kann nú fara í gongd aftur. Tað er eitt felag undir stovnan, v/Magn og fleiri, sum í 2019 fekk loyvi frá Elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni at seta seks stórar vindmyllur upp í Flatnahaga. Myllurnar kunnu framleiða umleið 15 prosent av samlaðu streymnøgdini í Føroyum.
Avgerðin varð tikin 2. oktober 2019, men Sp/F Vindrøkt kærdi. Eftir drúgva kæruviðgerð hevur Vinnukærunevndin nú staðfest avgerðina hjá Umhvørvisstovuni, og felagið, sum m.a. Magn er við í, kann fara í holt við at seta myllur upp. Gongst sum ætlað, kann vindmyllulundin koma upp í 2021.
« Aftur
Almennar hoyringar um orku- og veðu…
08-03-2021
"Tit verða ikki tiknir!"
01-03-2021
Nú fær Bakkafrost føroyskan elbát
02-02-2021
Annar februar er vátlendisdagur
02-02-2021
Øll hava rottuskyldu
28-01-2021
Lýsing eftir umsøkjarum, elframleið…
28-01-2021
Økisfundur í Sandoynni um at fyriby…
22-01-2021
Útskifting í Líðarhaga í Mykinesi
22-12-2020
Betongblandistøð í Froðba umhvørvis…
21-12-2020
Nýggjársbál
18-12-2020