Í Noregi er næstan helvtin av nýggju bilunum, ið verða seldir, elbilar. Serliga síðani 2017 hevur henda gongdin tikið dik á seg. Og lykilin til øktu søluna er avgjaldspolitikkurin í landinum, sigur Mathias Fischer, sum er ovasti politiski ráðgevi hjá norska umhvørvismálaráðharranum. Mathias Fischer fer at hava stroymt upplegg á elbiladegnum í Norðurlandahúsinum seinnapartin.
-Eg fari at tosa mest um, hvussu týdningarmikil fíggjarlig átøk eru. Í Noregi hava vit ongi avgjøld á elbilum og høg avgjøld á diesel- og bensinbilum, sigur Mathias Fischer.
Í 2017 vóru 20 prosent av nýggju bilunum elbilar. Longu 3 ár seinni er talið 48 prosent. Hetta merkir eisini, at felagskenslan hjá teimum, ið hava valt elbil, styrkist.
-Tað hevur sjálvandi eina týðandi psykologiska ávirkan at síggja nógvar elbilar á vegnum, sigur Mathias Fischer.
Fyrilestur hansara verður stroymdur í Norðurlandahúsinum og á netinum klokkan 14.10 í dag.
Tað er Orkudeildin á Umhvørvisstovuni, sum skipar fyri elbiladegnum. Høvi er hjá fólki at royna elbilar uttan fyri Norðurlandahúsið frá kl 14.00 til 18.00 í dag.
Skráin:
14:00 Vælkomin - Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í umhvørvismálum
14:10 Elbilar í Noregi - Mathias Fischer
14:40 Løðistøðir og prísáseting - Terji Nielsen, SEV
15:00 Elbilar rigga í Føroyum - Gunnar Restorff og Marita Klein Joensen
15:30 Pallborðsfundur: Umboð fyri bilasølur hugleiða um menning og avbjóðingar á elbilamarknaðinum
16:00 Samanumtøka - sølufólk standa framvegis í forhøllini og elbilar uttanfyri
18:00 Tiltakið endar
Nýtt starv innan staðsetingarfrøði
08-01-2021
STARVSFÓLK TIL UMHVØRVISKANNINGAR
08-01-2021
Útskifting í Líðarhaga í Mykinesi
22-12-2020
Betongblandistøð í Froðba umhvørvis…
21-12-2020
Nýggjársbál
18-12-2020
Rotta fráboðað í Sandoynni
16-12-2020
Kryvjivirkið í Vági umhvørvisgóðken…
11-11-2020
Skjóta røðan um luftdálking vann
09-11-2020
Nýtt starv til dátu/samskiftisfrøði…
06-11-2020
Hjartaliga til lukku, fólksligu frø…
30-10-2020