140x140

Samleikin og Vangin – ein kollvelting í tænastuni hjá almennu Føroyum

27-10-2020 | Stovnurin

Ein sonn kollvelting innan almenna tænastu byrjar í dag, tá føroyingar á fyrsta sinni sleppa at brúka sín talgilda samleika. Tíðin fer nú frá undirskrift á pappíri og skannaðum skjølum. Tú kanst vátta fyri teg og hvør tú ert, beinleiðis á telefonini ella telduni. Harafturat kemur ein opinleiki á heilt nýggjum stigi við Vanganum, felags portalinum, har hvør einstakur kann síggja upplýsingar um seg sjálvan.

Umhvørvisstovan og seks aðrir almennir tænastuveitarar eru við í sjálvari byrjanini til hetta nýbrot. Okkara tænastur eru savnaðar á Vanganum. Her eru Akstovan, Almannaverkið, Ílegusavnið, Studni, TAKS, Tórshavnar Kommuna og Umhvørvisstovan at finna. Tá tú hevur skrásett tín Samleika og ritað inn á Vangan, kanst tú eitt nú søkja um byggiloyvi, lestrarstuðul ella fólkapensjón við at útfylla umsóknarskjal beinleiðis á Vanganum. Tað verður ikki neyðugt at prenta út skjøl og skanna innaftur. Hetta, at vit lætta almikið um samskiftið, er fyrra helvt av nýbrotinum.
Hin helvtin er ikki minni týðandi. Á Vanganum fáa føroyingar nú atgongd til at síggja upplýsingar, ið eru skrásettar um teir, og fáa yvirlit yvir síni viðurskifti við stovnar og kommunur.
Á Vanganum ber eitt nú til at síggja, hvørjar upplýsingar Landsfólkayvirlitið ella Studni hava um teg. Eisini fært tú atgongd til títt ættartræ heilt aftur til 1600-talið.
Týdningarmikið er at undirstrika, at hóast tú bara skalt inn á eina síðu – Vangan – at finna tínar upplýsingar, merkir hetta ikki, at upplýsingar verða samkoyrdar ímillum stovnar ella savnaðar allar á einum stað. Bara tú hevur atgongd til tín Vanga, har allar upplýsingar síggjast – stovnar og kommunur síggja einans tann partin, í viðvíkur teimum.
Nógv orka er løgd í, at allar tænasturnar eru brúkaravinaligar. Snið og funkur eru líka hjá øllum stovnum, so tú skalt kenna teg aftur uttan mun til, hvørja tænastu, tú avgreiðir.
 Vit, sum frá í dag eru at finna á Vanganum, eru errin av at vera við til hetta lopið, sum vit saman við Talgildu Føroyum gera í dag, og síggja fram til at bjóða øllum føroyingum at royna hetta stóra frambrot innan føroyska tænastu.
Vit ynskja Talgildu Føroyum og øllum føroyingum tillukku við Samleikanum og Vanganum.

 

« Aftur