140x140

Innasta punkt í landinum

20-07-2020 | Kort og adressur

Innasta punkt í landinum, tvs. tað stað í landinum, sum er longst frá havinum, er nú blivið staðsett

Innasta punkt í landinum, tvs. tað stað í landinum, sum er longst frá havinum, er nú blivið staðsett. Punktið finst í Norðstreymi á fjallinum Lítla millum Vestmanna, Hvalvík og Saksun. Tá tú ert har, ber ikki til at koma longur inn í landið.

Umhvørvisstovan dagførir javnan strandalinjuna á bæði land- og sjókortum eftir dronumyndum. Tað er henda strandalinja, sum er brúkt, fyri at finna størsta innskrivaða sirkulin. Sirkulin hevur ein radius sum er 5330 m og sentrum er umleið 200 m eystanfyri hægsta stað á fjallinum Lítla. 5330 m er sostatt longsta fjarstøða, sum til ber at koma frá havinum í Føroyum.

Oyggin við næststørsta innskrivaða sirklinum er Vágoyggin. Ert tú staddur á Høgaleiti við Vatnsoyrar, ert tú 4600 m frá havinum.

2. hvítusunnudag 2020 vóru landmátarar á fjallinum Lítla og avmerktu punktið við einum spískum steini.

Her kann lesast meira um innasta punkt í Føroyum.

Her ber til at síggja punktið á foroyakort.fo.

 
Um tú vilt hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo
 

« Aftur