140x140

Marita er útlærd - pláss er til nýggjan næming

19-06-2020 | Stovnurin

Marita Müller var í dag liðug við lærutíð sína á Umhvørvisstovuni. Hon hevur nú eina skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting. Uppgávurnar á Umhvørvisstovuni hava verið á deildini, har tinglýsing, landsfólkayvirlit og vápnaskráseting verða umsitin. Malene Egebjerg Jacobsen var lærumeistari. Marita heldur fram at arbeiða á deildini. Samstundis lýsir Umhvørvisstovan eftir nýggjum lærlingi til sama øki. Útbúgvingin tekur millum 2 og 3 ár, alt eftir hvørja skúlagongd ein hevur við sær. Meira um læruplássið sæst her.

« Aftur