Kryvjivirkið hjá P/F Mowi Faroes á Strondum hevur fingið umhvørvisgóðkenning
Virkið tekur ímóti og kryvur aldan laks. Framleiðslan verður í fyrstu atløgu ísaður laksur. Slógvið verður gjørt til súrløgu og sent til móttakara, sum hevur góðkenning at taka ímóti súrløgu.
Í viðgerðini av umhvørvisviðurskiftunum er dentur lagdur á at minka um dálking og ampar frá útláti av spillvatni, royki, lukti og larmi frá virkseminum, og at minka um árin frá dálking av olju, lýsi og kemikalium vegna óhapp. Metingin av umhvørvisviðurskiftum og ásettu treytirnar eru grundaðar á, at virkið í mesta lagi kann taka ímóti umleið 100 tonsum av rávøru um dagin, ella uml. 22.000 tonsum um árið.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella senda okkum ein teldupost us@us.fo
« Aftur
Norðurlond seta ferð á náttúruloysn…
13-04-2021
Vindrøkt fær vindorkuloyvi í Hoyvík…
08-04-2021
Góðkenning av vindmylluverkætlan á …
31-03-2021
Krøv til útfylling í Haraldssundi
31-03-2021
Tveir umsøkjarar til loyvi til elfr…
30-03-2021
Umhvørvisstovan fingið varastjóra
17-03-2021
Almennar hoyringar um orku- og veðu…
08-03-2021
"Tit verða ikki tiknir!"
01-03-2021
Nú fær Bakkafrost føroyskan elbát
02-02-2021
Annar februar er vátlendisdagur
02-02-2021