140x140

Tur/retur-ferðaseðil? So er bústaðarváttan ikki neyðug

15-06-2020 | Stovnurin

Fert tú at ferðast, og hevur longu keypt heimferð? So er ikki neyðugt at biðja um bústaðarváttan fyri at uppfylla covid-19-reglurnar. Tað eru bert tey, sum fara av landinum og ikki hava ásetta heimferð, sum hava slíka váttan fyri neyðini.

Føroyingar, sum hava verið ein túr uttanlands, nýtast ikki at lata seg kanna fyri covid-19. Men tað skal skjalprógvast, at tú ert búsitandi í Føroyum, tá tú kemur úr útlondum. Returferðaseðilin er prógvið. Tað vil siga - um tú hevur ásett heimferðardag, tá tú keypti ferðaseðilin, so nýtist tær onki at gera. So hevur tú fingið ein teldupost frá flogfelagnum/skipafelagnum, sum váttar tín bústað.Tað eru bert tey, sum IKKI hava ásett ferðina aftur til Føroya, sum hava brúk fyri at biðja Umhvørvisstovuna um bústaðarváttan.
15. juni lata Føroyar upp fyri ferðafólkum úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Norra og Týsklandi. Hesi lond hava fingið so mikið gott tak á síni koronastøðu, at mett verður, at ferðing til og frá hesum londum er loyvd. Ferðing úr restini av heiminum er enn avmarkað til føroyingar, sum koma heim, og fólk, ið hava arbeiðsørindi í Føroyum.
Øll ferðandi skulu eftir tann 15.juni lata seg kanna, áðrenn tey koma til landið. Øll ferðafólk, sum eru búsitandi uttanlands og skulu til Føroya, skulu vísa váttan um negativa COVID-19-kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar.
Hetta krav er ikki galdandi fyri fólk, sum eru búsitandi í Føroyum. Fólk búsitandi í Føroyum sleppa undan at lata seg kanna, áðrenn ferðast verður til Føroyar.
Hevur tú ikki ein returferðaseðil, ber til at vísa eina bústaðarváttan frá Umhvørvisstovuni. Hon fæst við at skriva til vattan@us.fo. Í teldupostinum skalt tú upplýsa navn og føðingardag, og at tú vilt hava eina bústaðarváttan. Váttanin verður send aftur til tín við telduposti.

« Aftur