140x140

Streymur og alda á føroysku firðunum

12-06-2020 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan hevur tikið stig til og fíggjað tvær frágreiðingar, sum hava týdning fyri eftirlitið við alivirksemi á sjónum.

Streymur og alda í umhvørvisfyrisiting av firðunum
Sum liður í arbeiðinum at fáa betri kunnleika til streym, aldu o.a.  á føroysku firðinum, hevur Umhvørvisstovan fíggjað verkætlan við heitinum “Streymur og alda í umhvørvisfyrisiting av firðunum”. Havstovan, Náttúruvísindadeildin á Setrinum, IVF RAO og P/F Fiskaaling hava gjørt frágreiðingina. 

Endamálið við verkætlanini er at styrkja vitanina um streym- og alduviðurskifti á føroysku firðunum, sum skal vera grundarlag undir umhvørviseftirliti á føroysku firðunum.  

Úrslitið av verkætlanini er ein frágreiðing við ástøði um rák á firðunum, lýsing av ymsum spjaðingar- og rákmyndlum (modellum), ástøði um aldu og alduávirkan og stutt lýsing um útgerð og framferð at máta streym og aldu. Út frá hesum hava verkætlanarpartarnir gjørt eitt nágreiniligt tilmæli um streym- og aldumátingar til at lýsa ein alifjørð ella eitt aliøki. 

Frágreiðingin sæst her.

Uppgerð av streymkanningum á føroysku firðunum
Harafturat hevur Umhvørvisstovan fíggjað verkætlan at gera ein samandrátt av streymkanningunum, sum vórðu gjørdar á alifirðum í sambandi við verkætlanina Streym- og alduviðurskifti á føroysku firðunum (ASAF) frá 2010 til 2016. P/F Fiskaaling hevur gjørt samandráttin.
Frágreiðingin er ein einsháttað uppgerð av 38 mátingum á flestu alifirðum. Hvør frágreiðing er sett upp á tveimum síðum, sum millum annað lýsa hvar og nær kanningarnar eru gjørdar, miðalstreymferð og streymætt á ymsum dýpum. Úrslitini eru lýst við talvum og myndum.
Frágreiðingin sæst her

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Ingvard Fjallstein, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur