Í dag er altjóða dagur fyri lívmargfeldi. At hava eitt ríkt plantu- og djóralív er ikki bara hugtakandi, tað er lívsneyðugt fyri okkum menniskju. Hetta ásannaði eisini ein flokkur av føroyskum ungdómi fyrr í ár, á verkstovu um margfeldi fyri ung, sum Umhvørvisstovan skipaði fyri.
Verkstovan var ein av mongum, sum eru hildnar í Norðurlondum sum fyrireiking til toppfundin um lívmargfeldi, sum var ætlaður at vera í Kina í heyst. Covid-19 gjørdi, at toppfundurin er útsettur. Men ungdómsarbeiðið í Norðurlondum heldur kortini fram. Á føroysku verkstovuni varð funnið fram til nøkur sjónarmið, sum fingu stóra undirtøku. Eitt var, at lívmargfeldinum eiga vit at taka ábyrgd av lokalt, og at seta egin mál eftir støðuni í økinum. Hetta er ein eitt sindur øðrvísi hugsunarháttur enn í veðurlagsspurninginum, har dentur verður lagdur á at náa felags altjóða málum. Verkstovuluttakararnir vórðu bidnir um at meta, hvat hevði størri týdning, veðurlagskreppan ella margfeldistrupulleikin. Báðir trupulleikarnir áttu at fáa líka stóran ans, hildu flestu luttakararnir.
Teir 29 luttakararnir á verkstovuni hittu eisini umboð fyri politisku flokkarnar. Politikararnir kundu eitt nú notera sær, at tey flestu á ungdómsverkstovuni hildu, at ov lítið verður gjørt frá politiskari síðu fyri at verja náttúruna, og at eykaavgjøld á náttúruskaðiligt virksemi eru eitt amboð, sum eigur at verða umhugsað. Eisini hildu tey ungu, at landið eigur at seta sær mál, og at gera tey bindandi, tá um ræður náttúruvernd og lívmargfeldi.
« AfturNýtt starv innan staðsetingarfrøði
08-01-2021
STARVSFÓLK TIL UMHVØRVISKANNINGAR
08-01-2021
Útskifting í Líðarhaga í Mykinesi
22-12-2020
Betongblandistøð í Froðba umhvørvis…
21-12-2020
Nýggjársbál
18-12-2020
Rotta fráboðað í Sandoynni
16-12-2020
Kryvjivirkið í Vági umhvørvisgóðken…
11-11-2020
Skjóta røðan um luftdálking vann
09-11-2020
Nýtt starv til dátu/samskiftisfrøði…
06-11-2020
Hjartaliga til lukku, fólksligu frø…
30-10-2020