140x140

Ongantíð eru so nógvar nýggjar adressur komnar sum í 2019

03-04-2020 | Kort og adressur

Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt yvirlit yvir talið av nýggjum ella broyttum adressum fyri tíðarskeiðið 2012 – 2019.

Ongantíð fyrr eru so nógvar nýggjar adressur komnar sum í 2019, tá 340 adressur løgdust aftrat.

Um hugt verður eftir talinum av nýggjum adressum í tíðarskeiðinum 2012 – 2019, sæst, ikki óvæntað, at nógv tær flestu nýggju adressurnar eru í Tórshavnar kommunu, har 783 nýggjar adressur eru lagdar aftrat síðani 2012. Síðani kemur Eysturkommuna við 92 adressum og harnæst Klaksvík við 74 nýggjum adressum síðani 2012.

Í trimum kommunum er ongin nýggj adressa komin í nevnda tíðarskeiðið. Tað eru Hovs, Kunoyar og Skúvoyar kommuna.

Stóra framgongdin í talinum av adressum heldur fram í 2020. Í fyrsta ársfjórðingi 2020 løgdust 86 adressur afturat:

 

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at síggja eitt neyvari yvirlit yvir talið av nýggjum adressum í kommununum og einstøku bygdunum og býunum í landinum.

 

Um tú vilt hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo
 

« Aftur