140x140

Góðkenning av árinsmeting av sjóvarfalsorkuverkum hjá SEV í Vestmannasundi

31-03-2020 | Dálking og vernd

SEV ætlar at seta tvey sveimandi orkuverk út í Vestmannasund. Orkuverkini eru formað sum undirvatnsdrekar. Orkuverkini verða sett út á 50-60 metra dýpi, og tað verða umleið 150 metrar ímillum tey. Drekarnir eru festir við tjóðri í fundament á botninum, og fara at sveima á 20-40 metra dýpi, tá streymur er, men hanga á 8 metur dýpi á kyrrindum. Teir ferðast í einum áttatalsmynstri, sum er 40 til 60 metrar breitt. Drekarnir sveima umleið 6 - 10 metrar um sekundið. Hvør dreki er fimm metrar langur og vigar umleið 1,4 tons.

Drekarnir hava ein framleiðslumátt á 100 kW hvør. Fyribilsmetingar vísa, at teir kunnu framleiða umleið 300-400 MWh um árið hvør. Hettar samsvarar til elnýtsluna hjá einum 120-160 sethúsum.

SEV hevur gjørt eina árinsmeting, ið viðger, hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Her er hugt eftir árini á fisk, sjófugl, hval og kóp. Mett er ikki, at royndarverkætlanin fer at hava stórvegis árin á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór helst er tann viðbreknasti bólkurin. Møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp, eru viðgjørd í árinsmetingini. Umhvørvisstovan hevur sett ávísar treytir til SEV, eitt nú, at SEV skal fylgja við, hvussu hvalur og kópur ferðast í Vestmannasundi í verkætlanartíðini, sum er tvey ár. 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Katrin Haraldsdóttir Jensen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur