Gartnari til Skógrøkt
Umhvørvisstovan søkir eftir gartnara til Skógrøkt. Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.
Starvið
Starvið fevnir um plantualing, planturøkt, aliroyndir og arboretvirksemi. Harumframt eru ráðgeving og søla týðandi partar av starvinum.
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- ert útbúgvin gartnari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
- ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta
- dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
- hevur góð evni at samstarva við onnur
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir innan plantualing.
Setan
Starvið verður sett skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðið kann av og á fevna um skeivar arbeiðstíðir, langar arbeiðsdagar og arbeiði leygardagar.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík.
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 8. oktober 2025.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jónu Lisberg, virkandi deildarleiðari, á telefon 234305, ella Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.