Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Upplatingartíðir

Umhvørvisstovan

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

 

» Finn okkum her

 

Gróðurstøðin

Mánadag - fríggjadag

12:00 - 16:00
 

» Finn okkum her

 

  Tinglýsing
[English edition]

Tinglýsing

Tinglýsing hevur verið fyrisitið av danska Domstolsstyrelsen fram til 2006. Tann 1. februar 2006 kom tinglýsing undir Innlendismálaráðið, fyri síðani 1. juni 2007 at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni. Virksemið hevur sum endamál at føra øll skjøl inn í dagbók og tingbók eftir føstum reglum, serliga samsvarandi løgtingslóg um tinglýsing frá 16. august 1962.
 

Inngjaldið av tinglýsingargjøldum varð í 2008 broytt, soleiðis at inngjaldið fór frá at hava verið tengt at játtanini til tinglýsing til at fara beinleiðis í landskassan. Løgtingslógirnar Løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld v.m. og Løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, vórðu broyttar 2. og 10. juni 2008. Hetta so at tinglýsingargjaldið hækkaði úr kr. 100 upp í kr. 1000. Samstundis var eisini broytt at lániskjøl skulu rinda eitt hálvt prosent av veðtryggjaðu upphæddini í tinglýsingaravgjaldinum. Hetta merkir, at lániskjøl nú eru javnsett við ognarheimildarskjøl (t.d. skeytir) í sambandi við útrokningina av tinglýsingaravgjaldinum.
 

Tøl av skjølum innkomin til Tinglýsingar
Ár 2007    2008    2009  
Tinglýst leysafæ 5317 3646 2139
Ognarheimildarskjøl      2621 5247 1943
Lániskjøl 3449 5327 2768
Onnur skjøl 7551 7797 2242
Avlýst - - 1957
Byrðar - -   584

 

 

Tinglýsingarinntøkur
Ár 2006 2007   2008  2009
         
Tilsamans         7.599.821    9.841.480    18.936.679     18.957.809   

      

Heitt verður á viðskiftafólk um at lata skjøl inn í seinasta lagi kl. 12.00

Øll skjøl, sum skulu tinglýsast, verða at senda til Umhvørvisstovuna og samstundis skal peningur fylgja við ella kvittan frá peningastovni.

Kontonnummar sum peningur kann flytast á

P/F Eik Banki            9181 - 1752911
P/F Føroya Banki      6460 - 1725221

Við at venda sær til Tinglýsingina kann bíleggjast avrit av skjølum og kostar hvørt skjal kr. 50,00.

 

Les meira her um ofta settar spurningar i samband við tinglýsing.

 

Vilt tú vita meira um tinglýsing, ring tlf 342400 millum kl. 9 og 15, ella send okkum ein teldupost til us@us.fo.