Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Samband

 

 

Høvuðsskrivstovan, Traðagøta á Argjum
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Skógrøkt, Hvítanesvegur í Hoyvík
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Plantusølan

Mánadag - hósdag
12.00 - 17.00


Fríggjadag
12.00 - 18.00

Leygardag
10.00 - 14.00 

 

  Telefon:

 

Høvuðsskrivstovan:

tel.:  +298 34 24 00

fax.: +298 34 24 01

 

Tinglýsing:

tel.:  +298 35 80 20

fax.: +298 34 24 01

 

Landsfólkayvirlit:

tel.:  +298 35 80 50

fax.: +298 35 80 55

 

Fleiri:

» Starvsfólkayvirlit

 

  Dálking og vernd  Klagu- og kæruvegleiðing  Kæruvegleiðing
[English edition]

At kæra avgerðir hjá kommunustýrinum

Er tú ónøgd/ur við avgerð, sum kommunan hevur tikið um eitt umhvørvisverndmál, so ber til at kæra til Umhvørvisstovuna.

Kæran skal latast tí myndugleika, sum hevur tikið avgerðina, t.e. kommununi. Kommunan hevur skyldu til at vegleiða tær nærri um hvussu tú kanst kæra avgerðina.

Kommunustýrið skal síðani senda øll skjøl, sum hava týdning fyri viðgerðina av kæruni, til Umhvørvisstovuna.

Avgerðir, sum Umhvørvisstovan tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum, t.e. Innlendismálaráðið

At kæra avgerðir hjá Umhvørvisstovuni

Avgerðir, sum Umhvørvisstovan tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Til dømis treytir í umhvørvisgóðkenningin ella boð/forboð, sum stovnurin hevur givið sambært galdandi umhvørvislóggávu, t.d. um ikki at larma ella dálka.

Kæran skal sendast til Umhvørvisstovuna, sum síðan sendir hana til landsstýrismannin við umhvørvismálum saman við neyðugum skjølum.

Kærufreistin er fýra vikur frá tí degi at avgerðin er fráboðað avvarðandi ella hon er almannakunngjørd.

Avgerðin, sum Innlendismálaráðið tekur er endalig, og kann ikki kærast til annan myndugleika.

Hvør hevur kærurætt?
Kærurætt hevur í fyrsta lagið tann, sum varðar av avgerðini, t.e. tann, sum fær boð ella forboð frá einum myndugleika. Tað kann eisini vera ein, sum søkir um eitthvørt, t.e. umhvørvisgóðkenning.

Kærurætt hava eisini tey, hvørs viðurskifti verða beinleiðis ávirkað av avgerðini, t.e. viðvíkjandi  t.d. arbeiðs- og inntøkumøguleikum, í sambandi við bústað o.s.fr.

 

Ynskir tú nærri vegleiðing um at kæra ella klaga, so ring til okkara, tlf. 342400, ella send okkkum ein teldupost us@us.fo.