Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Upplatingartíðir

Umhvørvisstovan

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

 

» Finn okkum her

 

Gróðurstøðin

Mánadag - fríggjadag

12:00 - 16:00
 

» Finn okkum her

 

  Dálking og vernd  Umhvørvishagtøl
[English edition]

Umhvørvishagtøl

 

Umhvørvishagtøl hava stóran týdning fyri at meta um støðuna hjá umhvørvinum og hvussu gongdin er í dálkingarstøðuni.

Umhvørvisstovan er farin undir at savna saman og skipa umhvørvishagtøl og gera tey almenn her á síðuni.

Fyribils eru hesi umhvørvishagtøl tøk her á síðunum:
- útlát av veðurlagsgassi, 1990-2008
útlát av evnum, sum niðurbróta ozonlagi, 2003-2007
- oljudálkingar á sjónum, 2001-2008
- einnýtisíløt, tøl fyri sølu og fyri innlating av íløtum, 2007-2008  

Arbeiðið við umhvørvishagtølum byrjaði á heystið 2008, so haldið okkum til góðar, at tilfarið enn er nakað avmarkað. So hvørt nýggj tøl eru tøk, verða tey løgd út her.  
 

Vilt tú vita meira um arbeiðið okkara við umhvørvishagtølum, so ring til Umhvørvisstovuna, Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, tlf  342400 , ella send okkum ein teldupost us@us.fo.