Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Upplatingartíðir

Umhvørvisstovan

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

 

» Finn okkum her

 

Gróðurstøðin

Mánadag - fríggjadag

12:00 - 16:00
 

» Finn okkum her

 

  Stovnurin  Virksemið
[English edition]

Virksemið á stovninum

Umhvørvisstovan er stovnur undir Innlendismálaráðnum, sum fevnir um virkisøkini Vernd, Lendi, Kort og Skráir, Gransking, Fríøki og Skrivstovusamskipan. Innan skrivstovusamskipanina fevnir Umhvørvisstovan um Tinglýsing og Fólkayvirlit.

Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar. Umhvørvisstovan hevur lendis- og verndarfyrisiting, samskipar kort og skrásetingar, veitir tænastur og granskar innan virki stovnsins.

Við at sjónliggera okkara náttúruvirðir og at upplýsa og kunna um náttúru og umhvørvi, virkar Umhvørvisstovan fyri at fremja umhvørvisvinarligan hugburð og stimbra burðardyggari menning.

Umhvørvisstovan virkar fyri at røkja tær altjóða avtalur, sum Føroyar hava sett í gildi. Umhvørvisstovan tekur lut í norðurlendskum og altjóða samstarvi.

Umhvørvisstovan miðjar eftir at vera ein virkin fyrisiting við fremsta serkunnleika innan tey ábyrgdarøki, sum stovnurin røkir. Stovnurin sær tað, at kunna borgaran, myndugleikar og áhugabólkar, sum ein týðandi lut í virksemi stovnsins, og verður hetta millum annað gjørt gjøgnum eina virkna heimasíðu – www.us.fo. 

Umframt nýggj virkisøki og tænastur, røkir Umhvørvisstovan tær uppgávur, ið fyrr vóru á Matrikulstovuni, Tinglýsingarstovuni, Landsfólkayvirlitinum, Skógrøkt Landsins og Umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hesir stovnar vórðu á sumri 2007 lagdir saman í ein stovn: Umhvørvisstovan.

Virkisøkini


Tíðindasavn
16-07-2010   Løgfrøðing í parttíðarstarv
21-06-2010   Umhvørvisstovan funnið sítt pláss
16-06-2010   Umhvørvisstovan á breddan
31-03-2010   Frásøgn og ætlan lagdar fram
09-09-2009   Hátíðarhald fyri Bjarna Hansen
30-06-2009   Næmingar á vitjan
05-03-2009   Økomaskina á Umhvørvisstovuni
30-12-2008   Náttúrusavnið úr Umhvørvisstovuni