Alivinnan hevur í nógv ár verið høgt raðfest tá talan er um umhvørvisvernd.
Allar alistøðir hava umhvørvisgóðkenning, sum m.a. innihalda treytir um innaneftirlit, skráseting av rakstrarupplýsingum og handfaring av burturkasti.
Alivinnan hevur ment seg munandi seinastu árini og er í dag ein vinna, sum í størri mun tekur atlit at umhvørvinum, m.a. við at øll aliøkir liggja brakk millum útseting av fiski. Einans ein árgangur av fiski gongur á hvørjum aliøki og ger hetta, at smittutrýstið ikki er so høgt. Lági sjúkutíttleikin viðførir, at munandi minni verður brúkt av heilivági og kemur tað sjálvandi eisini umhvørvinum tilgóðar.