|
Oljudálking á sjónum er ein afturvendandi trupulleiki - bæði inni í havnum og út frá landi. Ein vanlig orsøkin er, at olja rennur yvir, tá bunkrað verður.
Ábyrgd
Tað eigur ikki at koma fyri, at olja rennur á sjógv. Orsøkirnar til flestu óhappini eru uttan iva ósketni og vantandi mannagongdir. Tað eru tey, sum fáast við bunkring ella annað virksemi við olju, sum hava ábyrgd av, at einki rennur á sjógv.
Fráboðan
Øll, sum varnast oljudálking, skulu beinanvegin boða frá:
Oljudálking á sjónum skal fráboðast MRCC-Tórshavn, tlf. 351300, teldupost: mrcc@mrcc.fo
Oljudálking á landi skal fráboðast løgregluni, tlf. 351448, teldupost: politi@politi.fo
MRCC-Tórshavn og Løgreglan boða síðani øðrum myndugleikum frá, eitt nú kommununi, sløkkiliðinum og Umhvørvisstovuni.
Upprudding av olju og aliøkir
Kemur oljudálking nærhendis alibrúki, skal øll ferðsla, av útgerð í.s.v. oljudálking, inn og út av aliøkjum, vera í samsvari við ásetingar í reglum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur.
Revsing
Oljudálking er revsiverd, bæði á sjógnum og landi. Eisini um tað ikki verður gjørt við vilja. Rennur olja á sjógv vegna ósketni, t.d. undir bunkring, kunnu tey, sum hava ábyrgdina, verða revsað. Fyri oljudálking á sjónum eru hesar vegleiðandi bótarstøddir: 25.000 kr. fyri 500 litrar av olju, 50.000 kr. fyri 1.000 litrar av olju og 100.000 kr. fyri 10.000 litrar av olju. Umframt bót, skal dálkarin gjalda fyri uppreinsing. Er oljudálking framd við vilja ella av grovum ósketni, kann verða talan um væl hægri bøtur ella fongsulsrevsing í upp til tvey ár. |