Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Upplatingartíðir

Umhvørvisstovan

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

 

» Finn okkum her

 

Gróðurstøðin

Mánadag - fríggjadag

12:00 - 16:00
 

» Finn okkum her

 

  Kort og adressur  Kort og myndir  Flogmyndir
[English edition]

Flogmyndir

Umhvørvisstovan eigur eitt stórt savn av flogmyndum, sum eru tiknar í sambandi við fotogrammetriska kortlegging.

Tórshavn 1958

Fyrstu myndirnar eru frá 1958, og síðani eru ymsu støðini í Føroyum avmyndaðar við jøvnum millumbilum.

Tórshavn 2004

 

Umhvørvisstovan eigur litmyndir av øllum landinum sum eru frá 1984 og umleið helvtina av landinum, sum eru frá 2000, 2002 ella 2004. 

Umhvørvisstovan selur plott av flogmyndum. Flogmyndirnar verða skannaðar, og síðani plottaðar við myndagóðsku á fotopappír. Møguleiki er at økja myndirnar til A0 stødd og framvegis varðveita myndagóðskuna. Sí príslistan.

Flogmyndayvirlit 1958 - 2004

Umhvørvisstovan hevur flogmyndir, sum fevna um alt landið hesi ár:

Ár Myndastødd S/H ella litir Myndaeigari Øki
1958 1 : 12.000 S/H KMS Alt landið
1970 1 : 25.000 S/H KMS Alt landið
1983 1 : 30.000 S/H KMS og US Alt landið
1984 1 : 15.000 Litir KMS og US Alt landið

 

Umhvørvisstovan eigur nógvar flogmyndir í støddini 1:3500 - 1:7000 - 1:20000. Myndirnar eru frá tíðarskeiðinum 1965 - 2004. Áðrenn ár 2000 eru myndirnar svart/hvítar, meðan aftaná eru tær í litum. Niðanfyri nevndu fílur innihalda føroyakort sum vísa, hvar flogmyndir finnast.

Flogmyndir eftir máti Stødd
Flogmyndir í 1:3500 545 kb
Flogmyndir í 1:7000 867 kb
Flogmyndir í 1:20.000 636 kb
Kortini eru í pdf og við Acrobat Reader 7 ber til at tendra/sløkkja ymsu løgini. Vel

Kortini eru í pdf og við Acrobat Reader 7 ber til at tendra/sløkkja ymsu løgini.
Vel "Lag", trýst á +, trýst á eygað fyri at tendra/sløkkja lagið.