Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Samband

 

 

Høvuðsskrivstovan, Traðagøta á Argjum
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Skógrøkt, Hvítanesvegur í Hoyvík
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Plantusølan

Mánadag - hósdag
12.00 - 17.00


Fríggjadag
12.00 - 18.00

Leygardag
10.00 - 14.00 

 

  Telefon:

 

Høvuðsskrivstovan:

tel.:  +298 34 24 00

fax.: +298 34 24 01

 

Tinglýsing:

tel.:  +298 35 80 20

fax.: +298 34 24 01

 

Landsfólkayvirlit:

tel.:  +298 35 80 50

fax.: +298 35 80 55

 

Fleiri:

» Starvsfólkayvirlit

 

  Gransking
[English edition]

02-03-2012 | Játtan til verkætlan um PFOS í matvørum.

Játtan til verkætlan um PFOS í matvørum.

Innlendismálaráðið hevur játtað pening til verkætlan um at kanna PFOS í matvørum.


Perfluorevni, so sum PFOS, hava verið brúkt í sløkkiskúmi, impregnering av tekstili og pappíri (t.d. hamburgarawrappings). Hesi evni verða seint niðurbrotin og flytast loftvegis til okkara leiðir við regni umframt við havstreymum og livandi verum í sjónum. Tað viðførir, at t.d. drekkivatn kann innihalda hesi evnini, uttan at hava verið beinleiðis í sambandi við perfluorviðgjørt tilfar, eins og sjófuglur, fiskur og hvalur. Endamálið við hesi verkætlan, er at gera kanningar av fiski og øðrum vørum, serliga úr tí  “terrestriska” umhvørvinum, so sum eplum, drekkivatni, mjólk og mjólkarúrdráttum, sum vanliga ikki eru av týdningi, tá ið talan er um dálkingarevni, sum flytast langvegis frá.
Innlendismálaráðið hevur játtað pening til hesa verkætlan, sum er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna og Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Frágreiðing um úrslitini verður væntandi tøk seinast í 2012.


Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo