Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Upplatingartíðir

Umhvørvisstovan

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

 

» Finn okkum her

 

Gróðurstøðin

Mánadag - fríggjadag

12:00 - 16:00
 

» Finn okkum her

 

  Forsíðan
[English edition]

13-07-2010 | Broytingar í tinglýsingarkunngerðini

Broytingar í tinglýsingarkunngerðini

Herfyri vóru ein røð av broytingum gjørdar í tinglýsingarkunngerðini. Ein teirra er, at skjøl skulu verða innlatin í seinasta lagi kl 12:00 gerandisdagar um tey skulu verða skrásett til tinglýsingar sama dag.


Tinglýsingarkunngerðin hevur ikki verið dagførd síðan 1979 og tí var eyðsæð, at tørvur var á eini dagføring av henni. Fyri borgaran hevur tað serligan týdning at freistin fyri at lata skjøl inn til tinglýsingar nú er ásett til kl.12:00 gerandisdagar um skjølini skulu hava virknað frá sama degi. Harumframt eru mannagongdirnar fyri tinglýsing av eigaraíbúðum uppdateraðar, og sum nakað nýtt, kunnu lutaíbúðir tinglýsast á sama hátt sum eigaraíbúðir.

Tær flestu broytingarnar eru tó av tekniskum slagi. Hesar hava fyrst og fremst til endamáls at gera samskiftið millum tinglýsingarskránna og matrikulskránna lættari. Hetta kemur serliga at merkjast í sambandi við minni marknaumskipanir, har mannagongdirnar í sambandi við  samskiftið við fíggingarstovnarnir eru gjørdar einfaldari.

Dagførda tinglýsingarkunngerðin kann lesast her

Um tú vil vita meira ella hevur onkrar spurningar um tinglýsingarkunngerðina, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400.