Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Samband

 

 

Høvuðsskrivstovan, Traðagøta á Argjum
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Skógrøkt, Hvítanesvegur í Hoyvík
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Plantusølan

Mánadag - hósdag
12.00 - 17.00


Fríggjadag
12.00 - 18.00

Leygardag
10.00 - 14.00 

 

  Telefon:

 

Høvuðsskrivstovan:

tel.:  +298 34 24 00

fax.: +298 34 24 01

 

Tinglýsing:

tel.:  +298 35 80 20

fax.: +298 34 24 01

 

Landsfólkayvirlit:

tel.:  +298 35 80 50

fax.: +298 35 80 55

 

Fleiri:

» Starvsfólkayvirlit

 

  Forsíðan
[English edition]

06-06-2012 | Lívfiskaalistøð umhvørvisgóðkend

Lívfiskaalistøð umhvørvisgóðkend

Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent lívfiskastøðina hjá P/F Fiskaaling í Skopun.


Virksemið á lívfiskastøðini er at framleiða lívfisk.  Fiskaaling fær rogn, hesi verða klakt við Áir og verða síðani send til lívfiskastøðina í Skopun. 

Laksurin kemur á lívfiskastøðina, tá hann er sjóbúgvin, og gongur í kørum og brunnum til hann eru búgvin.

Allur sjógvur og vatn frá støðini verður leitt út í lokaðum røri út á fjørðin.

Undir viðgerðini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at innaneftirlit, umhvørvisstýriskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum og at umhvørvisliga best tøka tøknin (BAT) í størst møguligan mun verður nýtt.

 

Hvat er BAT?

Hugtakið BAT (sum er stytting fyri Best Available Techniques ella á føroyskum: besta tøka tøknin) er at skilja sum mest framkomnu framleiðsluhættir, tilgongdir og rakstrarmannagongdir, sum til einhvørja tíð eru mest munadyggar fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá ávísari vinnugrein ella ávísum virksemi. Hugtakið fevnir ikki bert um tøkniligar loysnir, men eisini um t.d. nútímans framleiðsluhættir, nýtslu av minni dálkandi rávørum, avmarking av burturkasti, endurnýstlu og endurvinning, umframt nýtslu av rávørum og orku. Ein treyt fyri at koma undir hugtakið er eisini, at tøknin er roynd og tøk á marknaðinum fyri rímiligan kostnað.

 

Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her

Almenna lýsingin av góðkenningini er her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 28. juni 2012.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo