Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Samband

 

 

Høvuðsskrivstovan, Traðagøta á Argjum
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Skógrøkt, Hvítanesvegur í Hoyvík
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Plantusølan

Mánadag - hósdag
12.00 - 17.00


Fríggjadag
12.00 - 18.00

Leygardag
10.00 - 14.00 

 

  Telefon:

 

Høvuðsskrivstovan:

tel.:  +298 34 24 00

fax.: +298 34 24 01

 

Tinglýsing:

tel.:  +298 35 80 20

fax.: +298 34 24 01

 

Landsfólkayvirlit:

tel.:  +298 35 80 50

fax.: +298 35 80 55

 

Fleiri:

» Starvsfólkayvirlit

 

  Forsíðan
[English edition]

30-05-2012 | Felags granskingarátak um PFC

Felags granskingarátak um PFC

Føroyskir vitanar- og granskingarstovnar fyrireika eitt felags átak um at menna evnafrøðiligar kanningarførleikar í Føroyum. Stovnarnir, ið hava tikið stig til hetta átak eru Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsufrøðiliga starvsstovan og Umhvørvisstovan


Vinnuframi avgjørdi herfyri at innrætta hølir til eina Granskingarlund. Endamálið við Granskingarlundini er at skapa betri karmar fyri gransking og menning í Føroyum. Henda møguleika síggja føroyskir vitanar- og granskingarstovnar sum eitt avbera gott høvi at fáa í lag eitt felags átak, har dentur verður lagdur á at menna evnafrøðiligar kanningarførleikar í Føroyum. Samanumtikið kann sigast, at endamálið við hesum tiltaki er at byggja upp eitt felags granskingar- og menningarumhvørvi í Føroyum, har ætlanin er at fáa fyritøkur og almennar stovnar at leggja granskingar- og menningarvirksemi, at keypa tól í felag og sostatt virka fyri eini felags tóllund í Føroyum.
 
Ætlanin er í fyrsta atløgu at fara undir at greina innihaldið av dálkingarevnunum PFC-ir (perfluoreraði alkylevni) í fólki og í føroyska umhvørvinum. PFC-ir fevna um eina røð av evnum, og tey eru øðrvísi enn onnur dálkingarevni, eitt nú PCB og DDT, tí at tey ikki sum hesi hópast upp í feitti. Eitt PFC, nevnt PFOS, hevur eitt nú verið nýtt í sløkkiskúmi, vætuverjing (imprægnering) í klædnaídnaðinum og pappíri umframt manga aðrastaðni. Gransking av føroyskum børnum vísti fyri stuttum, at PFC minkar um virknaðin av koppseting, sum verður boðin børnunum sum verja ímóti stívkrampa og hálsasjúku (difteritis). Les meira um koppseting og børn her.
Betri kanningarmøguleikar í Føroyum hava við sær, at færri sýnir skulu sendast av landinum, eins og hetta gevur okkum møguleikar at gera fleiri sløg av kanningum og at luttaka í fremstu røð í granskingini at avdúka nýggj og ókend dálkingarevni. Harumframt, kunnu kanningartólini sum skulu nýtast til PFC-kanningar, eisini nýtast til eina røð av øðrum kanningum, eitt nú til greining av proteinum og fitisýrum í t.d. laksi og makreli. Slík vitan er sera týdningarmikil til tess at betra um virðisøkingina í ali- og fiskivinnuni.
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsufrøðiliga starvsstovan og Umhvørvisstovan, ið eru felags um hetta átak, hava lagt eitt felags skriv fyri avvarðandi landsstýrisfólk og Løgmann við umbøn um at raðfesta hetta granskingarátak komandi tvey árini. Felagsskrivið sæst her.
 
Nærri fæst at vita um granskingarverkætlanina við at venda sær til Mariu Dam, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni ella Pál Weihe, leiðari á Deildini fyri Arbeiðs og almannaheilsu