140x140

Upphiting

Mál í veðurlagspolitikkinum um niðurskurð í útlátinum frá upphiting:

Í 2020 er nýtslan av olju til upphiting farin niður í eina helvt við at seta í verk tiltøk at minka um orkunýtsluna og at nýta nýggja, orkueffektiva og umhvørvisvinaliga tøkni.

 

Fyri at gera upp gongdina at røkka málinum um at minka nýtslu av olju til upphiting, verður hugt at oljunýtsluni hjá húsarhaldum og hjá handlum og stovnum , ið ikki brúka olju til annað enn upphiting. 

Myndin vísir, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum, handlum og stovnum er broytt í prosentum frá 2005 og fram til seinastu uppgerð. Gongdin í útlátinum av vakstrarhúsgassi fylgir neyvt oljunýtsluni til upphiting.


Mynd Gongdin í samlað útlátinum av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum, handlum og stovnum árini frá 2005 og fram til seinatu uppgerð, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan niðast vísir málið, sum er 50 % undir útlátið í 2005.

 

Les meira um útlát av vakstrarhúsgassi her.


Ynskir tú fleiri upplýsingar, so ring 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Upphiting