140x140

Einnýtisíløt - ársuppgerð 2015

 

Søla av einnýtisíløtum, 2007-2015, býtt á ymisk sløg av íløtum (túsund stk.) 

 

 

 

Sølan av einnýtisíløtum er økt munandi síðani 2007 tá tey fyrstu loyvini til at selja, framleiða og innflyta einnýtisíløt vórðu givin, og liggur sølan nú umleið 9 milliónir íløt um árið. Tað er serliga sølan av einnýtisíløtum úr plasti og metali, ið er økt, meðan sølan av einnýtisíløtum úr glasi er lutfalsliga lítil. 

Hóast sølan er økt nógv, verða lutfalsliga fleiri íløt eisini latin inn aftur á hvørjum ári, har munurin millum seld og innlatin íløt gerst minni.

 

 

% av einnýtisíløtum latin inn aftur, 2008-2015

Sambært kunngerðini um pant, er tað ikki álagt seljaranum at krevja pant fyri íløt, sum verða seld í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu, og eru tølini fyri íløt, sum eru seld uttan pant tí ikki við í uppgerðini omanfyri.

Yvirlit yvir virki, sum hava loyvi at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum.
  

Ynskir tú fleiri upplýsingar um einnýtisíløt, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Einnýtisíløt