140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum

Útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum fevnir um útlát, sum stavar frá brenning av bensini og dieseli, ið er keypt í Føroyum. Uppgerðin fevnir um øll sløg av akførum: bilar, lastbilar, motorsúkklur, prutl, o.s.v.

Sum myndirnar niðanfyri vísa, so minkaði sølan av brennievni so líðandi árini 2008-2013. Men síðani er úrlátið frá akførum aftur økt.

Útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum

Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: aug 2019. 


Gongdin í útlátinum av vakstrarhúsgassi frá akførum er beinleiðis tengt at søluni av brennievni. Sølan av diesel er økt munandi síðani 2013.

Søla av brennievni

 Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: aug 2019. 

 

Les meira: Um vakstrarhúsgass


Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Akfør