140x140

Broytist veðurlagið....tá broytist náttúran eisini!

Veðurlagsbroytingar, sum øktur hiti og broytingar í avfalli og vindi hava longu broytt náttúruna í norðurlondum.


Broytingarnar í náttúruni fevna víðari enn til einstøk djórasløg og búpláss. Heldur er talan um eina røð av broytingum, sum fara fram samstundis og sum virka við ymiskari tyngd. 

Týdningarmikil tekin í náttúruni um veðurlagsbroytingar umfata millum annað, at:
• gróður byrjar fyrr um várið,
• fiskastovnar flytast longur norðureftir,
• minni er til av ávísum fuglasløgum ella, at fuglur tillagar seg við at broyta síni flytingarmystur, 
• hvítabjarnir eru hóttar, tí ísurin brýtur fyrr enn vanligt

Í Føroyum verður eisini fylgt við, hvussu broytingar í  veðurlagnum síggjast aftur í náttúruni. Náttúrugripasavnið á Søvnum Landsins kannar samanhang millum veðurlagsbroytingar og plantuvøkstur.

Og undir Føroyum kemur alt oftari fyri, at fiskur kemur á dekkið, sum ongantíð, ella sjáldan, er sæddur áður – tó so, at broytingar í veðurlagnum ikki altíð nýtist at vera orsøkin.

Fyri at kunna fylgja við hesum broytingum, samstundis sum tær fara fram, eru ein røð av teknum uppá veðurlagsbroytingum í náttúruni eyðmerkt. Til ber at lesa meira um tekin í norðurlendsku náttúruni, sum skyldast broytingar í veðurlagnum. Eitt yvirlit er gjørt, sum vísir 14 tekin uppá veðurlagsbroytingar, sum síggjast í fleiri vistskipanum bæði á landi, í havinum og í vøtnum. Frágreiðingin er tøk á heimasíðuni hjá norðurlandaráðnum.
 
 
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo

Broytist veðurlagið...tá broytist náttúran eisini!