140x140

Útleiða føroyingar meira CO2 enn onnur?

Av og á hoyrist, at føroyingar dálka illa og at vit pr. íbúgva leiða út størstu mongdirnar av CO2. Er hetta veruliga soleiðis? Les nærri. 

Tað er lætt at rokna út, hvussu nógv vakstrarhúsgass hvør føroyingur í miðal leiðir út um árið. Tað er bara at býta samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi við fólkatalinum í Føroyum.

Í 2017 var samlaða útlátið av vakstarhúsgassi í Føroyum 1.040.900 tons av CO2 eindum, og við ársbyrjan í 2017 búðu 49.823 fólk í Føroyum. Hetta gevur eitt miðalútlát fyri hvønn føroying uppá 20,9 tons CO2 eindir. Myndin niðanfyri vísir, hvussu nógv tons av vakstrarhúsgassi hvør føroyingum í miðal leiddi út um árið, árini 1990-2017.

 

Síðani 1990 hevur árliga miðalútlátið fyri hvønn føroying ligið á leið á 12 -21 tons av CO2 eindum.

Hvussu nógv CO2 útleiða onnur? 

Men merkir hetta, at føroyingar, samanborið við aðrar tjóðir, dálka nógv við CO2? Eitt einfalt svar er ja, tí fakta er, at útroknaða talið er høgt.

Tó kann spurnartekin setast við, um tað er rímiligt at gera beinleiðis samanberingar millum útlátið hjá einum føroyingi við útlátið hjá einum norðmanni, týskara, indara, amerikumanni ella einum íslendingi. Viðurskiftini í teimum einstøku londunum eru sera ymisk, og eitt nú kann stórur munur vera á orkukeldum, orkukervinum, vinnustrukturinum o.s.fr. Harafturat eru londini rættiliga ymisk, bæði landafrøðiliga og samfelagsliga.

Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo

Útleiða føroyingar meira CO2 enn onnur?