140x140

Navnamál

 

Fólkanøvn   
Frá 1. januar 2014 verða navnamál umsitin av Umhvørvisstovuni. Ringið 342400 til at fáa nærri at vita.
Reglurnar um navngeving eru í Løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn. Lógin kann lesast her.

Navnagáva - børn, meginreglur:  
Børn skulu fáa navn, áðrenn tey eru 6 mánaðir gomul. Ásett er, at eingin kann hava fleiri enn 3 fornøvn, 1 millumnavn og 1 eftirnavn. Navn barnsins skal fráboðast skrásetingarmyndugleikanum, sum er kirkjubókførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðirin búði, tá ið hon átti barnið.

Fornøvn, sum eru góðkend:  
Tey fornøvn, sum longu eru góðkend, eru á einum navnalista, sum Navnanevndin stendur fyri. Skal barnið fáa eitt longu góðkent navn, er nóg mikið, at foreldrini skráseta navnið hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini.

Fornøvn, sum eru ikki eru góðkend:
Tá ið foreldur ætla at geva barninum eitt navn, sum ikki er á navnalistanum, skulu foreldrini fyrst venda sær til Navnanevndina, av tí at tað er Navnanevndin, sum í fyrstu syftu ger av, hvørt eitt tílíkt navn kann verða givið. Nevndin hevur eisini til uppgávu at viðgera umsóknir um undantak frá lógarkravinum um, at navn skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini. Fæst góðkenning frá Navnanevndini, er hetta nóg mikið til at fáa navnið skrásett hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini. Sýtir navnanevndin, kunnu foreldrini kæra avgerðina til Umhvørvisstovuna.

Foreldur av útlendskum uppruna:
Er annað ella bæði foreldrini av útlendskum uppruna, og foreldrini ætla, at barn teirra skal fáa útlendskt navn eftir útlendskum navnasiði, skal søkjast til Umhvørvisstovuna um loyvi at nýta útlendskan navnasið: Navnaloyvi til barn.pdf

Millumnøvn - børn: 
Meginreglan er, at millumnavn kann vera millumnavnið hjá faðir ella móður ella eitt navn, sum barnið annars hevur rætt at fáa sum eftirnavn uttan umsókn.

Eftir umsókn til Umhvørvisstovuna kann loyvi fáast til millumnavn, sum barnið hevði kunna fingið sum eftirnavn ella hevur serligt tilknýti til: Navnaloyvi til barn.pdf

Eftirnøvn - børn:
Eftirnavn kann vera ættarnavn faðirs ella móður ella ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu.

Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá barninum vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins.

Hetta kann greiðast hjá hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini uttan umsókn. Legg til merkis, at er navn faðirs ella móður tvínevni, kann bert annað navnið nýtast.

HJÚN:
Hjún kunnu við giftu taka ættarnavnið hjá hjúnafelaganum. Hetta verður eisini gjørt hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini, tá ið hjúnalagið verður inngingið.

Navnabroytingar:  
Flestu navnabroytingar kunnu gerast við at venda sær til kirkjubókførandi prestin í sóknini, til dømis seinni tilval ella frával av eftirnavni í samband við giftu, og broytingar av millumnavni ella eftirnavni, tá ið hesi fylgja meginreglunum.

Í serligum førum, har kirkjubókførandi presturin ikki hevur heimild at greiða navnabroytingina, krevst, at umsókn um navnabroyting verður send Umhvørvisstovuni. Hetta er neyðugt, tá ið talan er um serlig eftirnøvn, tá ið upprunanavnið er givið uttanlands, ella tá ið eftirnavnið, sum viðkomandi vil hava strikað, er fingið við giftu uttanlands.Sí Umsóknarskjal, navnabroyting.pdf

Kann Umhvørvisstovan játta, verður loyvið til broytingina givið við navnaprógvi. Er ivi um, hvørt navnið er í samljóði við føroyskar málreglur, kann Umhvørvisstovan undir málsviðgerðini biðja um tilmæli frá navnanevndini, áðrenn tílík loyvi verða givin.

Tá ið Umhvørvisstovan útskrivar navnaprógv, verður samstundis fráboðan send avvarðandi myndugleikum um, at navnið er broytt. 

Kærumøguleikar:  
Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni kunnu kærast til Fiskimálaráðið. 
Avgerðir hjá navnanevndini kunnu kærast tíl Umhvørvisstovuna.

 

Vilt tú vita meira um hvørjar lógir, kunngerðir og reglur annars eru galdandi á umhvørvisøkinum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.

 

 

 

Navnamál