140x140

Býarmátistøðin

Staðarlýsing

Mátistøðin er í Bøkjarabrekku í Tórshavn; mitt í býnum, har nógv ferðsla er av bæði akførum og fólki. Støðin er á leið 5m frá høvuðsvegnum, og sjálvt inntaki er á leið 1,7m upp frá vegnum. Ferðslan í Bøkjarabrekku er mett til góð 10.000 akfør um dagin.

Mátingar

Luftgóðskan her og nú 

Vilt tú vita innihaldið av NO2, PM10 ella PM2,5? Vel sjálvur niðanfyri. Eisini ber til at velja hvussu langt aftur í tíð tú vilt heinta data.

Til ber at síggja grafin í fullari stødd her

http://aqwebpublisher.airmonitors.net?key=CUMH401211539411&display=table&uniqueid=747100

 

Á kortinum niðanfyri sæst hvar hendan mátistøðin er.

 

Vilt tú vita meira um luftkanningarnar, so ring til Rakul Mortensen, tlf 234374, ella send ein teldupost til rakulm@us.fo

 

Býarmátistøðin