140x140

Føroyakort í Shape fílum

Hesi kort liggja í  "shape" formati hjá ESRI. Kortini kunnu brúkast í sambandi við GIS. Ymiskt dáta til hesi kort kunnu heintast á heimasíðini hjá Hagstovuni. Kortini eru ókeypis. Um kortini verða nýtt skal Umhvørvisstovan tilskilast, sum eigari.

Fyrivarni
Kortini eru vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur ikki ábyrgd av neyvleika kortsins.

Kort - Shape format Koord-system Stødd
Føroyakort - strandalinja 2015 UTM 1297 kb
Føroyakort - bert oyggjar UTM 288 kb
Føroyakort - kommunur 2017 UTM 371 kb
Føroyakort - kommunur 2009 UTM 469 kb
Føroyakort - sýslur UTM 292 kb
Føroyakort - postnr 2012 UTM 616 kb
Adressukort UTM 636 kb

 

Føroyakort í PDF-sniði

Hesi kort liggja í PDF-sniði. Eisini ber til at zooma í kortunum. Kortini kunnu skrivast út í A4 stødd.

Kort Stødd
Føroyakort - bert oyggjar 200 kb
Føroyakort - bert oyggjar. DXF-snið (ver.14) 288 kb
Føroyakort - kommunur 2009 1900 kb
Føroyakort - sýslur 200 kb
Føroyakort - markatalsbygdir 300 kb
Føroyakort - bygdir og vegir 400 kb
Føroyakort - postnr. 300 kb
Føroyakort - fólk/húski 1200 kb

Hagakort og hagayvirlit í PDF-sniði

Hagakortini, sum eru 1:125.000, kunnu prentast á A4.

  Øki - 20. aug. 2015 Stødd
  Hagar  
  Markatal  
1 Suðuroy 555 kb
2 Sandoy, Skúvoy og St.Dímun 432 kb
3 Mykines, Gásadalur 421 kb
4 Vágar, Vestmanna, Kvívík 608 kb
5 Miðøkið 1130 kb
6 Norðstreym, Norður, Eysturoy 1012 kb
7 Ey. Eysturoy, Kalsoy, Kunoy 1090 kb
8 Borðoy, Viðoy, Svínoy, Fugloy 699 kb

 

Yvirlit yvir hagakort

Teldutøk vektorkort í dgn, dwg, dxf sniði og líkn.

Flestu tekniforrit brúka vektorkort. Kendastu tekniforritini eru helst Autocad og MicroStation. Kostnaðurin fyri hesi forrit liggur um 40.000 - 50.000 kr. Tó finnast eisini ókeypis tekniforrit.

Prísir fyri kort lýst niðanfyri, finnast á Kort og skráir gjøld.

Grundkort

Grundkort verða gjørd eftir flogmyndum við úttekningartóli. Kortini hava ein nettleika sum liggur um 20-40 cm. Kortinnihaldið er hús, vegir, vøtn, áir, veitir, garðar, stik, girðingar, el-steyrar, brunnar, ristir, vegavmerking og mangt annað. Harumframt innihalda kortini 1 m hæddarkurvar. Á myndini niðanfyri, sæst eitt yvirlit yvir tøk grundkort.

Yvirlit yvir tøk grundkort (21. mars 2007)

 

Grundkort av Leirvík

Matrikulkort

Teldutøku matrikulkortini kunnu vera digitaliseraði eftir pappírsmatrikulkortunum, men tey kunnu eisini vera uppmáld. Nettleikin er tí ógvuliga ójavnur frá 0,05 cm til 2 m. Kortinnihaldið er mark, matrikulnummør og servituttir.

Matrikulkort av Leirvík

 

Málibløð

Málibløð vísa mát til mark, og hvussu mark er avmerkt við træpela, jarnrøri ella koparmerki. Málibløð kunnu ikki brúkast at seta mark eftir - tað ger Umhvørvisstovan. Málibløð kunnu latast í vektorsniði sum Autocad ella MicroStation fílur.

Máliblað

Máliblað

 

Prísir fyri kort lýst omanfyri, finnast á Kort og skráir gjøld.

 

 

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Teldutøk kort