140x140

Klaksvíkar Sleipistøð umhvørvisgóðkend

Lýsing av umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 28. august 2019, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:

Klaksvíkar Sleipistøð (KSS)

Kósaskákið 3, 700 Klaksvík 

Góðkenningin er almenn og sæst hon her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 25. september 2019.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir