140x140

Vindmyllur í Hoyvíkshaga

Hoyring av umhvørvisárinsmeting

Í sambandi við at Sp/F Vindrøkt hevur ætlan at byggja eina vindmyllulund við 6 vindmyllum á 3 MW í Hoyvíkshaga, norðara parti (matr. nr. 139a í Hoyvík) til framleiðslu av ravmagni, hevur felagið sambært § 16 í Elveitingarlógini, gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og  kann síggjast her og her er eitt fylgiskjal, frágreiðingin "Lívfrøðiliga margfeldi í Flatnahaga og Hoyvíkshaga"

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringsfreistin er 15. august 2019 Møgulig hoyringssvar skulu sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo.
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir