140x140

Bátahylur í Hvalba

Lýsing av umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 24. juni 2019, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:

At gera útfylling út á sjógv til bátahyl millum kaiina á Hamranesi og verandi bátahyl. Hvalbiar kommuna, Bíarvegur 2, 850 Hvalba.

Góðkenningin er almenn og sæst hon her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 24. juli 2019.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir