140x140

Umhvørvisárinsmeting av minivatnorkuverkið í Kvívík

Lýsing av umhvørvisárinsmeting

Í sambandi við, at Kvívíkar kommuna ætlar at byggja eitt minivatnorkuverk í Kvívík til framleiðslu av ravmagni, hevur kommunan, sambært § 16 í Løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (við seinni broytingum), gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og  kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Møgulig hoyringarsvar skulu verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. mai 2019. 

Hoyringarsvar skulu sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 160 Argir ella til us@us.fo.

 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir