140x140

Undantak at taða oman fyri 250 metra hædd

Umhvørvisstovan hevur hin 4. juli 2017,sambært 8, stk 5 í kunngerðini um taðing, givið undantak til at taða oman fyri 250 metra hædd til:

Tórshavnar kommunu, á tyrvingarplássinum á Húsahaga

Loyvið sæst her

Avgerðin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.


Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 2. august 2017.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo

 

 

 

 

« Aftur

Kunngerðir