140x140

Mikrovatnorkuverk í Svínoy

Hoyring av umhvørvisárinsmeting

Sp/F Tróndarstova í Svínoy ætlar at byggja eitt Aquaponics vakstrarhús, har orkan skal koma frá vatni.

Orkan skal koma frá einari 33 kW vatnturbinu, sum skal taka part av vatninum úr tveimum áum.

Í hesum sambandi hevur felagið latið gera eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið.

Árinsmetingin er almenn og sæst her á heimasíðu okkara (niðast á síðuni).

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringsfreistin er 4 vikur. Møgulig hoyringarsvar skulu í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars 2020 sendast til: 

Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir